Tíðindi

Betri úrslit við at møta seinni

Amerikanskir næmingar fingu betri úrslit, tá ið teir sluppu at byrja skúladagin 55 minuttir seinni um morgunin. Um tannáringar sleppa at møta seinni, sova teir longri og fáa betri karakterir. Soleiðis ljóðar niðurstøðan í eini amerikanskari kanning, har tannáringarnir skulu møta 55 minuttir seinni í skúlanum. Tað verður sagt í eini grein í Kristelig Dagblad, sum endurgevur forskning.no

18.01.2019

Fyri nøkrum árum síðan samtyktu skúlamyndugleikarnir í Seattle í USA eina lóg, sum segði, at skúladagurin skal byrja klokkan 8.45 í staðin fyri 7.50. Hetta gav granskarunum høvi at kanna, hvørja ávirkan ein slík broyting hevði.

- Kanningin vísir eina týðandi broyting í talinum á tímum, sum næmingarnir sova. Við at útseta tíðina um morgunin, tá ið skúladagurin byrjar, verður hann meiri í samsvari við natúrliga sovimynstrið hjá teimum ungu, sigur Horacio de la Iglesia, professari við University of Washington.

Granskararnir fingu høvi at gera eina roynd við einum flokki av næmingum, sum byrjaðu í skúlanum klokkan 7.50, og einum flokki, sum byrjaði klokkan 8.45. Tey 15 til 16 ára gomlu fingu eitt ur, sum skrásetti sovimynstrið, tey skrivaðu svøvndagbók, og tey skuldu svara nøkrum spurningum. Eftir at hava lagt upp fyri øðrum viðurskiftum, sum kunnu ávirka, kundu granskararnir staðfesta, at næmingarnir, sum byrjaðu seinni, svóvu 34 minuttir meiri um samdøgrið.

- Samdøgurrútman hjá teimum ungu er púra einfalt púrasta øðrvísi enn samdøgurrútman hjá vaksnum og børnum. At biðja ein ungan person at vera vakin og árvakin klokkan 7.30 er tað sama sum at biðja ein vaksnan vera vakin og árvakin klokkan 5.30, sigur Gideon Dunster, granskari á University of Washington.

Í kanningini vísa granskararnir á ymsa gagnliga ávirkan av at byrja skúladagin seinni. Næmingarnir vóru minni troyttir, karakterirnir fóru í miðal upp við nærum 5 prosentum. Í nógvum skúlum møttu næmingarnir meiri stundisliga og framveran minkaði.

Granskararnir hava tó tað fyrivarni, at næmingarnir við tíðini tillaga seg seinnu skúlabyrjanina við at fara seinni í song. 55 minuttir seinni skúlabyrjan gav bert 34 minuttir meiri svøvn, og tí kunnu vit ikki síggja burturfrá, at við tíðini minkar svøvnurin, tá ið næmingarnir hava vant seg við seinni skúlabyrjan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.