Tíðindi

Bara við at tosa um tað, bróta vit mynstrið

“Farvede forventninger” er heitið á bók eftir Lailu Colding Lagermann. Bókin snýr seg um, hvussu skúlaskipanin og lærarar uttan at vera tilvitað um tað ella vilja tað,eru við til at leggja rasismu niður í næmingar

28. juni 2019

Laila Colding Lagermann er ph.d, ráðgevi og rithøvundur. Bókin, sum hon hevur skrivað, “Farvede forventninger”, kom út í vár; hon snýr seg um ótilvitaðu fordómarnar hjá lærarum mótvegis børnum av øðrum etniskum uppruna í skúlanum, og hvat man kann gera við fordómarnar. Og hon veit, hvat hon tosar um, tí Laila Colding Lagermann hevur eisini royndir sum lærari.

Í bókini vísir hon á, at hóast góðar intentiónir megna lærarar ikki at halda fordómar um næmingar frá minnilutabólkum burtur úr undirvísingini.

- Gransking, bæði mín egna og onnur, vísir, at tá ið talan er um næmingar, sum hava aðra etniska bakgrund, so hava lærarar mangan aðrar og færri væntanir til teirra samanborið við meirilutanæmingarnar. Vit síggja tað sama gera seg galdandi, tá ið talan er um kyn, at lærarar hava hægri væntanir til gentur enn dreingir; mangan eru vit ikki tilvitað um tað.

Spurd um, hvussu lærarar ikki kunnu vera tilvitaðir um, hvørjar væntanir teir hava til næmingar, sigur hon, hóast allir lærarar ivaleyst vilja møta øllum næmingum sum eitt individ, so hava vit øll nakrar blindar vinklar í mun til, hvussu vit seta fólk í bás, tilvitað ella ótilvitað.

- Kanningar hava víst, at næmingar við aðrari etniskari bakgrund til dømis ofta koma í flokk saman við næmingum, ið eisini hava aðra etniska bakgrund, umframt atferðartrupulleikar,  og hetta eru næmingar, ið lærarin kennir frá fyrr. Uttan at vita av tí halda vit næmingum við aðrari etniskari bakgrund fast í einum óhepnum leikluti. Úrslitið verður tíverri, at nógvir av hesum næmingunum fáa eina kenslu av, at skúlin ikki er eitt stað, har teir natúrliga hoyra til og hevur nakað gott at geva teimum. Vit skulu spyrja okkum sjálv, hvønn flokk koyri eg næmingar tilvitað ella ótilvitað í, og hvussu ávirkar tað allar næmingarnar.

Í bókini viðger Laila Colding Lagermann, hvussu strukturell rasisma kann hava við sær, at øll børn ikki fáa eins góðar møguleikar at taka lut í tí, sum væntað verður, at tey taka lut í, til dømis skúlanum. Hon hevur eisini boð uppá, hvat einstaki lærarin kann gera fyri at gerast meiri tilvitaður um hesi viðurskifti. Bókin er til sum ebók, ljóðbók og pappírsbók. Tað er Aarhus Universitetsforlag og Frie Skolers Lærerforening, sum hava givið út.

Kelda: folkeskolen.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.