Tíðindi/Greinar

06.04.2021

Aðalfundur, friðartíð og flokslæraraleikluturin

Mong eru økini í skúlaverkinum, sum vit vilja betra. Eitt nú eru fleiri, ið ynskja betri umstøður til flokslæraran. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Aðalfundurin verður, eins og seinastu tvey árini, á Hotel Føroyum tann 8. mai. Á aðalfundinum taka vit saman um, eftirmeta, lýsa heildarstøðuna og helst stingur okkurt kjakið seg fram millum lærarar.

Tá ið árligi aðalfundurin hevur verið, hyggur komandi nevndin fram ímóti eini tíð, har hon vónandi fær tíð at hugsavna seg um viðurskifti, ið kundu verið betur skipað.

Flokslæraraleikluturin undir stórum trýsti

Alsamt fleiri lærarar ynskja at sleppa undan flokslæraraleiklutinum, tí hann vigar og fyllir ov nógv í mun til ágóðarnar. Til seinastu sáttmálasamráðingarnar ynsktu vit fleiri tímar til flokslærarar fyri hvønn næming í virksemisætlanini, men tað varð skúgvað til viks. Hetta økið er tó nakað, ið ein komandi nevnd átti at hugsavnað seg um og gera eitt gott undanarbeiði áðrenn samráðingarnar í 2022.

Tað hoyrist nevniliga meira og meira í skúlum kring landið, at tað eru tey børnini, sum stríðast við atferð og atburði at kalla dagliga, men sum onkursvegna eru ov væl fyri at fara á eitt sertilboð, sum veruliga taka orku frá serliga flokslæraranum. Førleikastovur gera sítt, men framvegis eru hetta børn, sum flokslærarin hevur ábyrgdina av, og sum eisini krevur øgiliga nógv samskifti við næmingin, foreldrini, førleikastovuna og leiðsluna.

Sum nú er ávirkar hetta arbeiðstrivnaðin almikið, hjá serliga flokslæraranum, og spurningurin er, um vit ikki ov seint bjóða hesum børnum og foreldrum eitt betri og hóskandi tilboð.

Týðandi leikluturin hjá Skúlaleiðarafelagnum og skúlaleiðslum

Samstarvið millum felagsnevndina og Skúlaleiðarafelagið er styrkt seinasta árið við tað, at Skúlaleiðarafelagið nú hevur fasta kontórtíð í felagshúsinum í Havn, og hetta ger teinin millum feløgini bæði styttri.

Skúlaleiðarafelagið og nevnd felagsins eiga saman at heita á landsins myndugleikar, at skúlaskipanin hevur tørv á fleiri pengum og tímum fyri at veita hóskandi tilboð til lærarar og næmingar.

Eitt nú er alt ov trupult hjá leiðslum at skipa skúlan soleiðis, at lærarar fáa nóg góða tíð til ráðlegging. Hetta sveiggjar frá heilt niður í 50 tímum til yvir 100. Og fær ein lærari lítla tíð til hetta økið, ja, so má hann undirvísa 1-2 tímar um vikuna meira fyri at røkka teimum 1800 tímum í ársverkinum.

Í mun til næmingar í “gráa økinum”, so átti tað verið nógv meira greitt hjá førleikastovum og leiðslum, nær ein næmingur má flytast til eitt betri skikkað tilboð. Dømi eru um næmingar, ið hava gingið í flokkum í alt ov nógv ár, tí tað er ógreitt, hvar markið er í mun til sertilboð. Og tá er skaðin longu hendur bæði hjá næminginum, flokkinum og sanniliga eisini hjá flokslæraranum. Eitt orðaskifti um hetta má fáast í lag skjótast gjørligt, tí verandi støða er ikki nøktandi. 

Skúlaleiðarafelagið og skúlaleiðarar hava regluligt samband við Undirvísingarstýrið, og kunnu vit styrkja okkara samstarv innanhýsis, verður helst lættari at fáa skipað eitt nú hetta økið og onnur øki við enn betri, so at tað kemur okkum øllum til gagns.

Vónandi kunnu vit gagnnýta sokallaðu friðartíðina til fulnar við samstarvi og virðiligum samskifti við myndugleikar, ið varða av lærarum, leiðslum og skúlaverkinum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan