Tíðindi

Autismuøkið við sviðusoð á førleikastovunum

Á førleikastovunum í skúlunum kring landið eru lærarar við serkunnleika til fleiri serøki, men ikki til autismuøkið.

12.03.2018

Forkvinnan í Autismufelagnum, Heidi Aagaard, heldur, at førleikastovan eisini átti at havt starvsfólk við kunnleika til autismuøkið, og at lærarar í síni grundútbúgving fingu vitan um næmingar við autismu.

- Tað eru næmingar við autismu í øllum skúlum í landinum. Autisma kann vera so øgiliga ymisk, og spennið kann vera so øgiliga vítt. Avleiðingarnar av vantandi vitan er, at næmingurin ikki verður møttur, har hann eigur at verða møttur, og at hann missir bæði fakligar og sosialar førleikar. Fær ein vanligur næmingur eitt bakkast, kann tað vera ringt at koma uppundan aftur, men fær ein næmingur við autismu eitt bakkast, er tað tíggju ferðir verri at koma uppundan aftur.

Hjá børnum við autismu og foreldrum teirra er skúlin størsta avbjóðingin. Tað boða fyrispurningarnir, sum Autismufelagið fær frá limum sínum um.

- Flestu fyrispurningarnir, vit fáa, snúgva seg um vantandi stuðul til barnið ella ikki nøktandi stuðul. Eisini eru nógvir um vantandi vitan og vilja frá skúlans síðu at tillaga umstøðurnar til næmingin við autismu. Vit fáa eisini fyrispurningar, sum snúgva seg um, at barnið ikki trívist í skúlanum.

Tað kemur ikki ofta fyri, at børn fáa staðfest autismu, meðan tey eru undir skúlaaldur; grundin kann vera, at tað er ikki lætt at staðfesta; ein onnur grund er, at tey, sum eru rundan um barnið, foreldur og starvsfólk á dagstovni, ikki duga at síggja, at barninum bagir okkurt.

- Vitanin millum starvsfólk á dagstovni um autismu er heldur ikki nøktandi. Tað er sjálvandi eisini ein trupulleiki. Tað eru dømi um, at námsfrøðingar gera vart við, at okkurt er, men at foreldur hava ilt við at síggja ella vilja góðtaka, at so er. Tað tekur tíð hjá foreldrum at góðtaka og sodna, at barninum bagir okkurt. Hjá summum er tað ógvuliga stórt stig at skula venda sær til Sernám um hjálp. Fær barnið diagnosuna, áðrenn tað fer í skúla, eiga útlitini fyri at barnið verður møtt rætt at vera betri.

Les samrøðu við Heidi Aagaard, forkvinnu í Autismufelagnum, í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.