Tíðindi

At stimbra motivatiónina hjá øllum

Næmingalagað undirvísing. Eitt lyklaorð í skúlahøpi. Tó tykist tað sum um, at fleiri okkara mangan standa sum negld, tá ið tað um ræður fakligt innihald og frálæruhættir til tey sera fakliga sterku børnini. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

09.10.2020

Vit stremba øll eftir at fáa øll børn at trívast og mennast fakliga í skúlanum. Mítt “sjónarmið” snýr seg um tann fakliga partin heldur enn trivnað, hóast ta sannroynd, at báðir partar hoyra ónoktiliga saman.

Neyðugt er at lofta teimum, ið stríðast. At hava fyrilit og rúma. Tann hugburðin hava vit ment við eitt nú uppaling, stovnsmentanini og samfelagsskipan okkara. Og hetta er avgjørt ein góður hugburður at hava at geva komandi ættarliðum okkara, tí vit síggja jú, hvussu samhaldsfast og frálíkt okkara land er.

Hinvegin eru vit – meira ella minni – ikki so røsk at tosa um okkara fakligu styrki, førleikar og kynstur. Tað halda vit helst fyri okkum sjálv. Møguliga er hetta ein orsøk til, at vit nærum altíð bara varpa ljós á at lofta og lyfta teir næmingar, ið stríðast fakliga.

Varðveita motivatiónina og tað góða arbeiðslagið

Vit hava fleiri átøk í skúlum, sum stuðla teimum, ið hava tørv á eyka lesi- og roknistuðli, og eisini ymisk átøk og skipanir til tey, sum ikki megna væl at vera í einum stórum flokki. Lærarar verða á hvørjum ári kunnaðir um, at vit kunnu venda okkum til førleikastovuna, tá ið vit meta, at næmingar hava tørv á eyka hjálp. Tað er jú frálíkt. Eisini fyri læraran.

Tað kann tí tykjast at vera ein sokallaður luksustrupulleiki at hava sera fakliga sterkar næmingar. Men hesir vilja sanniliga eisini mennast við spennandi og avbjóðandi uppgávum, sum styrkir teir fakliga og sum somuleiðis er við til at varðveita eitt gott arbeiðslag.

Men hvussu gera vit hetta? Hava vit fingið ítøkilig amboð, metodur og arbeiðshættir frá læraraskúlum? Ella hava vit lært slíkt seinni, tá ið vit hava verið á ymiskum skeiðum, ella er alt hetta sjálvlært?

Hóast innihaldið í nýggjastu skúlabókunum sum heild er væl orðað, og arbeiðsspurningarnir eru rættiliga opnir og ymiskir, sum gevur næmingum møguleika at fara á flog, so tykist tað sum um, at alt ov lítið ljós er varpað á, hvussu vit kunnu stimbra teir fakliga sterku næmingarnar.

Mangan er neyðugt at gera tilfar, spurningar og arbeiðshættir sjálvur frá grundini fyri at røkka øllum næmingum á hóskandi hátt. Eisini er stundum neyðugt at geva næmingum heilt øðrvísi tilfar at arbeiða við. Tað gevur jú ongan meining at lata Messi og Ronaldo skjóta í eitt mál við einum passivum málmanni hvønn dag.

Alt byrjar á Læraraskúlanum

Royndir og fleiri ár sum lærari geva einum íblástur og vitan. Tú upplivir nógv, ert á skeiði, samstarvar við lærarar og hoyrir og roynir ymiskt, sum virkar fyri næmingarnar og teg sjálvan.

Men ert tú ein púra feskur lærari, sum bara hevur verið í starvslæru nakrar fáar vikur, so hevði tað verið framúr gott, um tú hevði havt ítøkilig amboð og hættir við tær, tá ið tú fert til arbeiðis á fyrsta sinni. Júst her hevur okkara læraraskúli ein gyltan møguleikan at veita teimum lesandi hesir lyklar.

Havi samskift við ein lærara, sum júst hevur lokið prógv á Frælsinum. Hon nevnir m.a., at tey fingu avmarkaða vitan um júst tað at tillaga undirvísing eftir støði. Í lærugreinini Undirvísing og læring numu tey eitt sindur við ymiskt, og har var Cooperative Learning tað mest ítøkiliga, tey lærdu. Í linjulærugreinunum hjá henni varð at kalla einki prátað um næmingalagaða undirvísing.

Hon nevndi, at tað kann tykjast undranarvert, at tað verður lagdur so stórur dentur á, hvørjar førleikar ein lærari má hava, samstundis sum tey at kalla eingi amboð fáa at brúka í praksis. Starvslæran var góð, tí tá sóu tey fleiri ymiskar arbeiðshættir, eitt nú “brotna tímatalvu”, men tey fingu ikki høvi at fara í dýpdina, tí starvslærutíðin er alt ov stutt samanløgd, legði hon aftrat. Áhugaverdar viðmerkingar, sum eiga at takast til eftirtektar, frá einum nýklaktum lærara.

Eftirmeting og gransking á økinum

Ov tíðliga er helst at meta um, hvørt tann nýggja útbúgvingarskipanin er munagóð sammett við ta gomlu. Ein verulig, gjøll eftirmeting eigur at gerast, so at tað sæst, hvar og hvussu hesin nú 150 ára gamli útbúgvingarstovnur eigur at raðfesta øki, ið styrkir stovnin fakliga.

Nú Námsvísindadeildin er partur av Fróðskaparsetrinum og harvið einum granskingarumhvørvi, hevði tað verið upplagt og natúrligt, at tað verður granskað enn meira á skúlaøkinum bæði viðvíkjandi tí ítøkiliga partinum, so sum arbeiðsháttum og innihaldi, men eisini tí meira óítøkiliga, eitt nú arbeiðslagi og motivatión.

Slík føroysk granskingarúrslit høvdu kunnað latið lærarar á Námsvísindadeildini og harvið eisini tey lesandi væl í til at nýta próvgrundað innihald og hættir í undirvísingini, sum hevði førkað øll lesandi og seinni allar næmingar eisini nærri tí fullkomna tilboðnum.

Sjónarmið eftir Carl Eli N. Samuelsen, sum stendur í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.