Tíðindi

At røra seg í skúlanum kann geva betri úrslit

Næmingar í fimta flokki í Noregi klára seg betur í skúlanum, um teir røra seg í undirvísingini, vísir nýggj kanning.

21.01.2022

Læra børn meiri og betur um teir sleppa at hoppa sum partur av undirvísingini í rokning? Ella um teir renna stafett sum partur av undirvísingini í enskum? Svarið er ja, sambært nýggjari kanning, sum er gjørd á Háskúlanum Kristiania í Noregi. Slíkt virksemi hevur positivt árin á lívsdygdina hjá børnum.

Halda uppá, at eingi prógv eru

– Politikarar halda uppá, at tað ikki eru nóg góð prógv fyri, at rørsla í undirvísingini hevur nakað at siga fyri heilsuna, trivnaðin og læringina. Hetta er tí ein sera týdningarmikil kanning við tí fyri eyga at fáa ein tíma av rørslu inn í skúlan, sigur Per Morten Fredriksen. Hann er ein av teimum, sum hevur gjørt kanningina.

Í desember 2017 samtykti Stórtingið í Noregi nevniliga, at øll børn skulu røra seg ein tíma um dagin í skúlanum – hvønn dag. Nú fýra ár seinni er lítið og einki hent. Ein av grundunum er, sambært Kenslumálaráðnum, at tað er ov dýrt. Ein onnur orsøk er vantandi skjalprógv fyri, at likamlig rørsla hevur positivt árin á læring.

– Vit hava gjørt kanningina í skúlum í Horten kommunu, sum hava sett í verk likamliga rørslu sum part av undirvísingini uttan at tað er vorðið dýrari fyri skúlarnar. Og vit síggja, at tað virkar. Eg haldi tí, at fleiri áttu at gjørt sum Horten kommuna og farið í gongd við likamliga virkna læring í skúlanum, sigur Fredriksen.

Úrslitini frá kanningini benda á, at likamlig rørsla hevur sera góða ávirkan á lívsdygdina. Fyri at máta hetta svaraðu næmingar spurningum um sálarliga og likamliga heilsu, umframt um tað, tey takast við og somuleiðis eisini um relasjónir og familjuviðurskifti.

Setir størri partar av heilanum í gongd

Nakrar av orsøkunum til, at børn læra við at røra seg, eru, at fleiri koplingar henda í heilanum. Í heilanum hava vit synapsur, sum eru koplingar millum nervakyknur, og fleiri av hesum verða virknar, tá ið vit gera ymiskt samstundis. Á henda hátt fær minnið fleiri knaggar at heingja upplýsingar á, og vit minnast betur tað, vit læra.

Á sama hátt læra børn meiri og minnast betur, tá ið tey skriva við hond og ikki á teldu. Fyri tað fyrsta tekur tað longri tíð, og tað ger, at vit viðgera upplýsingarnar betur. Tá ið vit trýsta á knappaborðið, gongur tað skjótt fyri seg, og vit gera somu rørslu líkamikið hvønn bókstav vit skriva. Tað ger, at heilin arbeiðir minni, tað verða færri koplingar millum nervakyknurnar, og tí eru færri knaggar til minnið. Vit seta ikki rørslu í samband við upplýsingar.

Tað at gera fleiri ting í senn ger okkum við øðrum orðum gløggari. Og Fredriksen livir sum hann lærir. Sjálvur hevur hann eina traðkimyllu undir skriviborðinum á skrivstovuni. Hann gongur á henni javnan samstundus sum hann arbeiðir við telduna. Hann hevur eisini tvær teldumýs – aðra til vinstru og hina til høgru hond – fyri at noyða seg sjálvan at brúka báðar hendurnar. Og hann súkklar á súkklubreytum í frítíðini, og tað krevur nógva hugsavnan umframt likamligar førleikar.

Kann virka við til meiri frið í skúlastovuni

Meiri likamligt virkni í undirvísingini kann virka við til, at børn brúka orku, sum tey annars brúka til at skapa ófrið í skúlastovuni. Meiri friður ger lærustøðuna betri fyri allar næmingar.

Eldri gransking vísir, at ikki minni enn seks av tíggju næmingum í skúlastovum í Noregi verða órógvaðir av ófriði frá øðrum næmingum.

– Tað er ikki naturligt, hvørki fyri børn ella vaksin at sita friðarlig ein heilan dag. Summir næmingar hava størri tørv enn aðrir at røra seg og mugu sleppa at røra seg nógv hvønn dag. Tað er harumframt væl kent, at ert tú likamliga virkin, so hevur tað góða ávirkan á heilsuna. Vit eiga at leggja upp til góða heilsu frá barnsbeini av, sigur Fredriksen.

Málið um betri læring og minni yvirvekt

Higartil er tað ikki eydnast nøkrum landi at fáa bilbugt við, at alsamt fleiri børn og vaksin viga ov nógv. Yvirvekt økir vandan fyri sjúku og øðrum heilsutrupulleikum. Tá ið børn viga ov nógv, kunnu tey stríðast við vektina alt lívið. Yvirvekt hongur við øðrum orðum við restina av lívinum. Samstundis vita vit, at børn úr familjum, sum eru í teimum lægru samfelagsstættunum, eru í størri vanda at viga ov nógv. Tí hevur skúlin so stóran týdning, tá ið talan er um at basa trupulleikanum. Tað er tað einasta staðið, at tað ber til at røkka øllum børnum, sama hvørja samfelagsstætt tey hoyra til.

– Tá ið vit nú kunnu skjalprógva, at likamligt virkni hevur positiva ávirkan á, hvussu tú klárar teg í skúlanum, er tað ringt at siga nei. Børn hava gagn av tí bæði sálarliga og likamliga, og vit fara at brúka færri almennar krónur til sjúkur, sum eru elvdar av vánaligum lívsstíli. Tað er ein vinn-vinnstøða fyri allar partur, sigur Fredriksen.

Námsfrøðilig amboð

Fyri lærarar fer hetta slagið av undirvísing at hava við sær, at teir skulu læra seg nýggjar mátar at undirvísa, men eisini her hava skúlarnir í Horten kommunu gjørt skipanir, sum sambært Fredriksen rigga væl hjá nógvum.

Amboðini fyri ymiskt virksemi eru skild sundur í kassar, sum eru býttir út á ymsu floksstigini, og so skulu lærararnir bara taka tað, teimum tørvar. Tað er ikki meiningin, at lærarin sjálvur skal uppfinna tann djúpa tallerkin hvørja ferð hann ella hon skal undirvísa í eini nýggjari lærugrein ella á einum nýggjum floksstigi.

Summa staðni er likamligt virkni í undirvísingini eisini komið inn í læraraútbúgvingina. Í Danmark er ein tími við rørslu komin á tímatalvuna sum natúrligur partur av skúlagerandisdegnum hvønn dag.

Partur av størri verkætlan

Kanningin um lívsdygd, skúlaúrslit og likamligt virkni er gjørd í níggju skúlum árini 2015 og 2020. Sjey av skúlunum øktu um likamliga virknið við 225 minuttum um vikuna við denti á støddfrøði og mál. Skúlaúrslitini vóru tikin úr landsroyndum, sum mátar førleikarnar hjá næmingum í fimta flokki í støddfrøði, rokning og enskum. Fyri at máta lívsdygdina svaraðu børn og foreldur teirra spurningum um sálarheilsuna og likamligu heilsuna umframt spurningum um ítriv, relasjónir og familjuviðurskifti.

Kanningin er ein verkætlan, sum varir í seks ár, og sum skal máta effektina av virknari undirvísing ein tíma um dagin. Granskararnir kanna kognitivu evnini, kenslurnar, lívsdygdina og karakterirnar hjá næmingunum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.