Tíðindi/Greinar

3. mai 2017

At lurta, virða og motivera

Lærarar og leiðslur kring Føroyar gera eitt megnar arbeiði fyri at menna fólkaskúlan á øllum økjum. Vit í fólkaskúlanum veita fakliga, námsfrøðiliga og oftani eisini sálarfrøðiliga hjálp til okkara næmingar. Ein ovurstór ábyrgd. Hvønn dag. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelagi

Í viðtøkum Føroya Lærarafelags stendur millum annað, at “Endamál Føroya Lærarafelags er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans....”

Føroya Lærarafelag hevur, sum stendur skrivað, endamál at røkja starvsligu áhugamálunum hjá lærarunum. Sjálvsagt uppliva vit til tíðir trupulleikar og trupul tíðarskeið. Men sær lærarin, at okkurt verður gjørt við trupulleikan, varðveitir lærarin neistan og motivatiónina.

Hvør einstakur lærari eigur at verða hoyrdur og virdur, samstundis sum hann fær álit og viðurkenning, tá ið tað krevst. Tað er motiverandi fyri læraran. Og tað er nakað, ið næmingar og starvsfelagir merkja jaligt.

Lærarar skulu ikki at góðtaka at fáa ov nógva ábyrgd uttan at fáa løn og ávirkan. Tað vildi eingin annar fakbólkur í okkara parti av heiminum góðtikið.

Føroya Lærarafelag fer altíð at arbeiða fyri at tryggja, at myndugleikar og leiðslur halda og virða starvsliga partin.
Eisini mugu vit ásanna, at leiðslur til tíðir heldur ikki hava tað lætt í mun til játtan og annað. Men eitt minsta krav er, at virðingin og tónin er góður og tveyvegis millum leiðslu og lærara.

Menna og betra próvtøkuháttin  
Í viðtøkuni oman fyri stendur eisini, at eitt endamál er “....at arbeiða fyri menning fólkaskúlans”. Eitt breitt endamál, sum øll kunnu taka undir við. Í hesum sambandi havi eg hug at venda mær til próvtøkuhættirnir í teimum smærru lærugreinunum, sum vanliga eru 2 tímar um vikuna.
Ein háttur at menna hendan partin í fólkaskúlanum, er, eftir mínum tykki, at broyta próvtøkuháttin í hesum lærugreinunum.

Í teimum størru lærugreinunum nýta flestu skúlarnir synopsupróvtøku, har næmingurin í ávísan mun sleppur at velja eitt sjálvvalt evni. Hetta er gongda leiðin fram eisini í teimum smærru lærugreinumum, bæði tí tað tykist motiverandi fyri næmingar á øllum fakligum støði, og at miðnámsskúlar og hægri lærustovnar ganga hesa leið í flestu lærugreinunum.

Nýggja lærugeinin, samfelagsfrøði, fer væntandi at hava ein próvtøkuhátt, sum er býttur í tveir partar: Eitt sjálvvalt evni (undir yvirskipaðu økjunum politikki, búskapi ella sosiologi), har næmingurin skrivar eina lítla framløguætlan og leggur síðan fram um evnið í nakrar minuttir. Seinni parturin er at fáa spurning/ar úr kendum tilfari, sum hann hevur fyrireikað í skúlatíðini og heima.

Hetta er gongda leiðin í smærru lærugreinunum í 9. flokki, tí hetta er nútíðarhóskandi og motiverandi – eisini fyri læraran.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan