Tíðindi

At lesa á móðurmálinum og at kenna seg aftur

Tá tríggir STROK-haldarar siga sína hugsan um blaðið, verður nógv ymiskt tikið fram um innihaldið. Men tvær heilt grundleggjandi treytir eru ovast millum grundgevingarnar fyri, at teimum dámar at lesa bløðini: tey eru á føroyskum, og tær kenna seg aftur í tilfarinum

29.11.2018

Ró Reginsdóttir, Mira Bendix Laursen og Eira Ásbjørnsdóttir Petersen halda allar STROK og eru ídnir lesarar. Lesivanakanningin vísti, at lærarar, umframt foreldur, hava stóran týdning fyri, hvussu nógv børn lesa, og hvørjar lesivanar tey hava. Júst tá tað snýr seg um STROK, hevur lærarin ein serligan leiklut, tí bløðini verða borin út í flokkarnar.

At lærarin hevur ávirkan, sæst í 5.A í Sankta Frans skúla, tí tær tríggjar Ró, Mira og Eira siga allar, at tað var flokslærari teirra, sum segði teimum frá um STROK, og tey eru nógv í flokkinum, sum halda blaðið. Tá eitt nýtt blað kemur, fara tey ofta á bókasavnið, og tey brúka altíð eina løtu til at lesa blaðið í undirvísingini. Tey, sum ikki halda blaðið, lesa hjá øðrum, og lærarin lesur eisini greinar úr blaðnum fyri teimum.

Les eisini:

http://www.skulabladid.fo/einasta-bla%C3%B0-sum-er-skriva%C3%B0-til-tey

Men hvat er tað við STROK, sum fangar næmingarnar, og hvat kann tað geva teimum? Eitt av tí fyrsta, sum tær nevna, er, at tað er sera gott, at blaðið er á føroyskum.

- Man skilir nógv meira, tá tað er á føroyskum. Tað eru so nógv onnur bløð á enskum og donskum. Tey vaksnu hava fleiri bløð, sum eru á føroyskum, og vit hava hetta.

Afturat tí at kunna lesa eitt blað á móðurmálinum, er tað at kenna seg aftur í tilfarinum nakað, sum genturnar virðismeta.

- Tað gevur ikki so nógva meining at lesa um fólk, sum eru so langt vekk, í Danmark ella USA.

At hoyra um onnur børn í Føroyum er hinvegin stuttligt, og tær siga seg ofta kenna børn aftur í bløðunum. Eira hevur fyri stuttum sjálv verið Í Glugganum.

Gentunum dámar eisini væl at lesa bøkur, men tær vísa á, at tað er stuttligt, at tað er so nógv ymiskt tilfar í STROK.

 – Tú blaðar, og á einari síðu er tað kanska um hestar og á næstu síðu um at gera smoothie, sigur Ró, og Eira leggur afturat: - Man blívir ongantíð troyttur av tí.

Tekstur og mynd: Silja Aldudóttir


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.