Tíðindi

At arbeiða við trivnaði er ein íløga í alla skúlagongdina

Vit vita, at í flokkum, har lærarar brúka orku og tíð at fáa felagsskapin at vera góðan, trívast næmingarnir og læra betur. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

05.10.2023

Tað er serliga í fimta flokki, at happing og mistrivnaður eru, vísir nýggja trivnaðarkanningin í fólkaskúlanum, sum varð løgd fram týsdagin. Sama gjørdi seg galdandi í undanfarnu kanningunum. Hesa ferð er støðan bara verri, og orsøkin kann kanska finnast í, heldur formaður Føroya Lærarafelags, at skúlatíðin hjá teimum, sum ganga í fimta flokki, hevur verið heilt serlig.

- Vit hava ikki tosað nógv um seinfylgjur av koronutíðini í skúlanum, men úrslitið frá nýggjastu trivnaðarkanningini kann vera eitt tekin um tað. Næmingarnir í fimta flokki gingu í øðrum og triðja flokki undir koronutíðini. Byrjanin hjá teimum í skúlanum hevur í øllum førum verið keðilig. Vit vita, at flokkar, har lærarar brúka orku og tíð at fáa felagsskapin at vera góðan, trívast betur. Tað er ein íløga í alla skúlagongdina. Umstøðurnar til trivnaðararbeiði hava verið nógv skerdar, tá næmingarnir hava verið heima í langa tíð. 

Hetta tíðarskeiðið síðan seinastu kanning hava flokslærarin og lærarin havt vánaligar umstøður at arbeiða við felagsskapinum í flokkinum og trivnaðinum. Ikki bara tí at flokslærarin og lærarin eru settir at undirvísa meiri, men eisini tí at skúlatíðin fyri tveimum-trimum árum síðan ella so var avbrotin av eini heimsfarsótt, sum gjørdi, at næmingar vóru sendir til hús og avskornir frá vinum, øðrum næmingum, lærarum og skúlanum.

- Um orsøkin kann verða sperdir lærarar ella korona, er so at siga líkamikið, tí vit vita, hvat riggar, og tað, sum riggar, er, at lærarin brúkar tíð saman við næmingunum, har lærarin arbeiðir við felagsskapinum og hevur tíð at vera um einstaka næmingin. Men tað er eisini ein sannroynd, at brúkar lærarin tíð til trivnað, so er minni tíð til ymiskt fakligt arbeiði. Hinvegin, so lønar tað seg eisini aftur fakliga, um lærarin leggur dent á trivnaðin. Undir øllum umstøðum mugu vit ikki gera einki, nú hetta úrslitið er komið. Vit vita, at tað í nógvum flokkum eru børn og ung, sum eru kedd, útihýst og so framvegis, og tey krevja av okkum, at vit hjálpa teimum.

Hóast kanningin av trivnaðinum hjá børnunum og ungum er gjørd í skúlanum, so hava foreldur eisini ein týðandi leiklut at venda gongdini.

- Samstarvið millum heim og skúla er so sera umráðandi. Hvussu tosað verður heima um skúlan, og hvussu tosað verður í skúlanum um tey avvarðandi leggur grundina undir góðari mentan og góðum felagsskapi, eisini í skúlanum. Vit mugu seta sjóneykuna á, hvussu vit tosa við og um hvønn annan. Tað er skjótt at bróta niður virðingina hjá børnunum, um tað verður tosað ilt ella niðrandi heima ella í skúlanum, um læraran, næmingarnar ella foreldrini hjá teimum, og hvussu rúmlig vit eru.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.