Tíðindi

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka fepurin

- Metir trygdarbólkurin í skúlanum, at stórur mistrivnaður er millum starvsfólkini og huglagið vánaligt, kann hann heita á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at gera eitt eftirlit, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

11.06.2020

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann fara út á arbeiðspláss og gera eftirlitskanning, so at siga taka fepurin á arbeiðsplássinum. Stovnurin metir um, hvørji arbeiðspláss eiga at verða kannað, og tað er út frá einum meting av, hvørji arbeiðspláss eru í vanda fyri at hava trupulleikar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Starvsfólk kunnu ikki biðja um slíka kanning, men tað kann trygdarbólkurin á arbeiðsplássinum og somuleiðis leiðslan. Enn hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki verið í skúlum og gjørt slíkar kanningar.

- Fáa vit fráboðan um, at trupulleikar eru á arbeiðsplássum, kann tað vera ein grund til, at vit gera eftirlitsvitjan. Metir trygdarbólkurin í skúlanum, at stórur mistrivnaður er millum starvsfólkini og huglagið vánaligt, kann hann heita á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at gera eitt eftirlit. Er samskiftið millum starvsfelagarnar kortini so mikið gott, at tey kunnu tosa um trupulleikarnar, so mæla vit altíð til, at arbeiðsplássið fyrst ger eina arbeiðsplássmeting sum eitt innanhýsis amboð, áðrenn vit verða boðsend. Tær konstruktivu loysnirnar eru mangan tær, tú sjálvur finnur. 

Tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið fer á eftirlitsvitjan á einum arbeiðsplássi, verður hugt at arbeiðsplássinum í síni heild; tað er, at eftirlitsfólk hyggur at teimum fysisku kørmunum og sálarfrøðingur at teimum sálarligu umstøðunum. Undan vitjanini skal arbeiðsplássið hava gjørt eina arbeiðsplássmeting, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið í hendi.

- Við okkum hava vit eitt spurnablað, sum fer meiri í dýpdina í tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og hetta spurnablaðið skulu starvsfólkini svara, meðan vit eru á staðnum. Endamálið við teimum spurningunum, sum eru um 30-40 í tali, er at finna fram til, um arbeiðsplássið hevur trupulleikar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Alt er dulnevnt. Út frá eftirlitsvitjanini og teimum tveimum spurnabløðunum gera vit nakrar niðurstøður um arbeiðsplássið. Vit hava funnið okkara egna leist, tí tað kann vera meiri kompliserað at kanna sálarliga arbeiðsumhvørvið samanborið við tað fysiska.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.