Tíðindi

Arbeiðið hjá førleikastovunum útgreinað

Mentamálaráðið hevur sent kunngerð um førleikastovur til hoyringar

06.06.2019

Tað eru 6 ár síðan førleikastovur vórðu skipaðar, men enn hevur ein kunngerð tilskilað, hvussu arbeiðið í førleikastovunum verður skipað. Kunngerðin virkisøkið hjá førleikastovunum, hvussu arbeiðið verður skipað, hvørji starvsfólk mannað førleikastovurnar, hvørjar uppgávurnar eru, hvør leiðir arbeiðið umframt arbeiðsøkið hjá serkunnleikanum, sum mannar førleikastovurnar.

Førleikastovur hava til endamáls at samskipa arbeiðið hjá serlærarum, lesivegleiðarum, orðblindalærarum, AKT-lærarum, støddfrøðivegleiðarum og øðrum starvsfólkum við serútbúgving, sum veita námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving og undirvísing. Førleikastovan skal samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum, menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum, miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp, so tíðliga sum gjørligt, samskipa og gagnnýta servitanina umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir og menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.

Førleikastova verður skipað í skúlunum, sum í minsta lagi eru 4 flokkaðir. Arbeiðið í førleikastovuni verður skipað undir ábyrgd og í samráð við skúlaleiðaran, og skúlar, ið eru minni enn 4-flokkaðir, eru knýttir at førleikastovu í einum størri skúla.

Tey, ið manna førleikastovuna, eru serlærari, lesivegleiðari, støddfrøðivegleiðari, orðblindalærari og AKT-lærari. Onnur øki sum skúlavegleiðari, skúlabókavørður, SSP-lærari, KT-vørður, heilsufrøðingur, flokslærari og annars onnur starvsfólk skúlans eru knýtt at førleikastovuni í mun til ávísu málini, arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og/ella flokkinum.

Skúlastjórin setur leiðara at leiða og samskipa arbeiðið í førleikastovuni. Arbeiðsøkið hjá serlæraranum, lesivegleiðaranum, støddfrøðivegleiðaranum, orðblindalæraranum og AKT-læraranum verða nærri nágreinað.

Mentamálaráðið hevur sent kunngerð um førleikastovur til hoyringar. Hoyringsfreistin er í morgin, 12. juni.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.