Tíðindi/Greinar

9. august 2017

Arbeiðsdagurin hjá lærarum fjølbroyttur

Fara vit bara tvey áratíggju aftur í tíðina, var trivnaðararbeiðið í skúlanum ikki nær til tað, sum tað er í dag. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarastarvið er týdningarmikið og fjølbroytt. Á stóru skúlunum er betri møguleiki hjá lærarum og leiðslum at skipa skúlan soleiðis, at lærarar hava møguleika at skapa sær eina servitan á ymisku økjum skúlans. Eitt nú, kunnu lærarar lættari arbeiða við fáum lærugreinum ella undirvísa børnum í ávísum aldri. Hetta er ikki eins lætt á smáu skúlunum. Hóast arbeiðsumstøðurnar eru ymiskar, so er ein ørgrynna av arbeiðsuppgávum eins á øllum skúlum.

Eitt nú foreldrasamstarvið, trivnaðararbeiðið, arbeiðið við næmingum við ymiskum avbjóðingum og mangt, mangt annað.

Tíðin, tá skúlin passaði sítt og foreldur/heim passaði sítt, er ikki til longur. Sostatt er arbeiðsuppgávan hjá læraranum broytt. Lærarar brúka í dag nógv meiri tíð til foreldrasamstarv og trivnað. Fara vit bara tvey áratíggju aftur í tíðina, var trivnaðararbeiðið í skúlanum ikki nær til tað, sum tað er í dag.

Foreldrasamstarvið var eisini munandi øðrvísi. Skúlin bjóðaði foreldrum til foreldraviðtalu eina til tvær ferðir um árið, og í flestu førum var tað tað. Í dag eru nógv foreldur, ið ynskja eitt betri samband við skúlan. Tey hava ofta samband við lærararan, og í flestu førum er hetta alneyðugt fyri at røkka tí trivnaði, vit ynskja.

Tað er ongin loyna, at vit trívast betur saman við summum og verri saman við øðrum. Sum næmingur hevur tú onga ávirkan á, hvørji hesi eru. Tú kemur í onkran flokk og fær onkran lærara. Tú kanst ikki velja, hvørjum tú skal brúka tín dag saman við. Sjálvandi setur hetta stór krøv til næmingin. Men tað krevur sanniliga eisini nakað av okkum vaksnu. Vit skulu tryggja trivnað og læring hjá øllum næmingunum.

Vit ynskja ein skúla fyri øll. Vit ynskja, at øll skulu trívast í skúlanum, og fyri at tað skal lata seg gera, krevst í nógvum førum eitt gott samstarv við foreldur og heim. Hetta setur ikki smærri ella færri krøv til næmingin. Hann skal rúma øllum sínum floksfeløgum. Hann skal samstarva við læraran, samstundis sum hann skal læra eina rúgvu. Tað er ymiskt, hvussu umstøðurnar eru hjá næmingunum at megna hetta.

Kensluliga lívið hjá næminginum kemur við í skúla, so um næmingar hava eitt hvørt, ið ávirkar, kann tað vera trupult hjá næminginum at liva upp til hesar høgu væntanir.

Arbeiðsdagurin hjá læraranum er tí soleiðis skikkaður, at hann, umframt at skula arbeiða miðvíst við tí fakliga, samstundis skal síggja, skilja, góðtaka og rúma einstaka næminginum. Soleiðis at trivnaður og faklig mál verða rokkin. Hendan uppgávan er avgjørt hvørki lítil ella løtt. Men so avgjørt ein av teimum týdningarmestu, sum eg eri so heppin at vera sloppin at taka lut í.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan