Tíðindi


Angist vaksandi trupulleiki

Ein vaksandi trupulleiki í okkara grannalondum er angist millum børn og ung. Andrea á Rípuni, nevndarlimgur í Føroya Lærarafelag, skrivar

14. november 2017

Hetta er eisini nakað vit síggja í Føroyum; tó haldi eg, at hetta er ikki nakað vit seta orð á. Vit gita, men hava ikki nakað at hava tað í, vit mugu leita til grannalondini. Orsøkir til angist kunnu vera ymiskar og ikki altíð so djúptgangandi. Av og á er tað bert at práta við onkran, ið man hevur álit á, ið er nokk til at koma víðari. Tað eru tó eisini børn, ið eru so ring av angist, at tey ikki koma í skúla. Hetta kenna vit til, tað er tó ikki altíð so, at angist er orsøkin.

Eg var til ein fyrilestur hjá Lise Andresen um angist, og hvat angist ger við børn og ung. Angist hevur nógv ymisk andlit og nógv ymisk eyðkenni. Tað góða er tó, at viðgerðin er tann sama, tó við einum tvisti, alt eftir hvør orsøkin er, og um sjúka er knýtt afturat.

Lise Andresen kom inn á nøkur sera áhugaverd og spennandi sjónarmið í samband við angist. Lise Andresen arbeiðir sum barna- og ungdómssálarfrøðingur í Keypmannahavn, og hevur gjørt tað í mong ár. Hon sær alt fleiri foreldur koma við sínum børnum, tá tað ikki er tørvur á tí. Foreldur ynskja tað besta fyri síni børn og vilja tí rudda slóð fyri einhvørjari avbjóðing, ið tey møta á vegnum. Hetta ger, at tey ikki duga at møta avbjóðingum og í staðin gerast bangin fyri teimum, og halda, at tey kunnu og duga ikki at møta teimum sjálv.

Eitt annað sjónarmið, sum hon vísti á, var, at øll, bæði vaksin og børn, eru ov nógv í einum ella øðrum skíggja; hetta viðførir, at børn ikki læra og duga tí ikki at lesa andlitsbrøgd longur, hvørki hjá vaksnum ella børnum. Hetta ger tey sosialt handikappað, sum kann føra til angist.

Eitt tað mest áhugaverda, sum hon kom inná, var evnið: dreingir og angist. Í fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at gentur hava átt størsta prosent-talið av angisttølunum, men her er broyting við at koma í. Afturat hesum er man farin at hyggja at ógvusligum dreingjum, tí gransking vísir, at tað nokk er samband millum angist og vreiði hjá dreingjum. Dreingir goyma sína vreiði við at gerast ágangandi. Her vantar meiri gransking, men hetta er heilt avgjørt ein áhugverd útsøgn, tí vit síggja hesar dreingir í skúlaverkinum uttan at vita, hví teirra atburður er, sum hann er.

Hon legði eisini dent á, at tað er týdningarmikið, at vit tosa við okkara børn, tí tey fanga/hoyra nógv gjøgnum dagin, og tað er ikki altíð, at tey skilja samanhangin í tí tey hoyra, og tað kann føra til angist. Okkara góða samvera við børnini hjálpir teimum undan snávingarsteinunum, ið eru. Okkara holdliga og andliga samvera við børnini er tað týdningarmesta í arbeiðinum ímóti angist.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.