Tíðindi

Alt ov fá skeið í náttúruvísindum

Hvørja ferð skeiðsfaldarin hjá Námi kemur út, lesur Jacob Eli S. Olsen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn, hann við áhuga; hann harmast tó um, at skeiðini innan náttúruvísindi eru so fá.

15.05.2017

Tað eru alt ov fá skeið fyri lærarum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn; hann hevur í 16 ár undirvíst í náttúru og tøkni, heimstaðarlæru, alis- og evnafrøði, lívfrøði og landafrøði.
- Skeiðini, sum Nám skipar fyri í náttúruvísindum, eru bara ein viðfáningur. Er tað ein lærari, sum ikki hevur náttúruvísindaliga lærugrein sum linjulærugrein, so hevur hann brúk fyri nógv meiri enn einum skeiði á tveir dagar, so nógv meiri enn tveir dagar. Her má leggjast á annan bógv. Skeiðini mugu vera regluliga, ofta og ymisk, so tey bæði eru til teirra, sum hava náttúruvísindi sum linjulærugrein, og til teirra, sum hava náttúruvísindi sum linjulærugrein.

Jacob Eli S. Olsen vísir á, at tað hevur sera stóran týdning, at lærarar sleppa á skeið. Tað gevur íblástur og hugskot.
- At sleppa á skeið ger stóran mun; ikki minst um tað eru fleiri í sama skúla, sum fara á sama skeið. Á skeiði kunnu lærarar royna ymiskt, sum teir taka við sær aftur í skúlan og í undirvísingina. At eg var á skeiði í fjør í Danmark hjá norðmonnum á setrinum í at lodda við næmingunum í undirvísingini hevur gjørt, at eg eri farin at lodda og gera ringrásir saman við næmingum, tá ið vit hava alis- og evnafrøði. Hevði eg ikki verið á hesum skeiðnum, hevði tað verið nógv meiri møtimikið at farið undir hetta.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.