Tíðindi/Greinar

01.11.2021

Alt ber til – ella næstan alt

Alt hvørvur í undanførslum og mjørkatosi. Tað klassiska er, at sagt verður, at tað má kannast fyrst. Hetta merkir tað sama sum, at millum lítið og einki hendir. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit búgva í einum av heimsins bestu og ríkastu londum og hava so at siga alt tað, okkum tørvar. Fólkatalið veksur støðugt, og ferðin í samfelagnum er upp á nógvar mátar methøg. Íløgur fyri milliónir verða gjørdar í eyst og vest, og vit gera undirsjóvartunlar upp í leypar. Tann næsti í røðini sigst at kosta umleið 5 milliardir, altso 5000 milliónir. Jú, her sær út til, at alt ber til. Næstan alt.

Men tá ið tað snýr seg um bleytari virði, t.d. at raðfesta korini hjá lærarum og næmingum, fær pípan eitt annað ljóð. Tá blívur alt beinanvegin nokk so striltið, og lokið verður spakuliga lagt á pengakistuna. Alt hvørvur í undanførslum og mjørkatosi. Tað klassiska er, at sagt verður, at tað má kannast fyrst. Hetta merkir tað sama sum, at millum lítið og einki hendir.

Eg kann nevna tvey dømi í fólkaskúlanum, sum eru átrokandi at gera nakað við, men sum kortini eru løtt at loysa: flokslærarauppgávan og floksstødd.

Vit kunnu taka flokslæraran fyrst. Tað verður bara greiðari og týðuligari fyri hvønn dag, sum gongur, at flokslærarin er ein krumtappur í skúlanum. Hann er ein snúningsdepil í allari skúlaskipanini. Flokslærarin hevur høvuðsábyrgdina av flokkinum og skal royna at bera so í bandi, at skúlagongdin hjá næmingunum gongur so smidliga sum gjørligt. Hann skal gera sítt til, at næmingarnir trívast og læra. Og tað er ikki nøkur einføld uppgáva.

Viðhvørt gongur alt sum eftir ánni, men hinvegin eru tað eisini ofta støður, sum krevja nógva tíð og orku. Tá ið arbeitt verður við menniskjum, er eingin einfaldur svarlisti. Støðurnar mugu vendast bæði hendan vegin og handan vegin, áðrenn nøkur loysn ella batar hómast. Í dag er tað eisini ein sannroynd, at nógvir næmingar hava okkurt at stríðast við, og her er tað altso flokslærarin, sum stendur við endanum.

Í løtuni er skipanin soleiðis, at flokslærari í 2. flokki til 10. flokk fær 3 tímar fyri hvønn næming og fyri 1. flokk er tað 4 tímar. Hetta er sjálvandi betri enn einki, men tímarnir eru skjótt brúktir.

Seinna dømi er floksstøddin. Í dag er skipanin við floksstødd soleiðis, at vanlig floksstødd er sett til 24 næmingar, men tímar verða tó ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. Tað vil siga, at nógvum í nógvum førum, undirvísir ein lærari 26 næmingum. Tað er nokk ikki neyðugt at siga so nógv afturat um hetta, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er ein ovurstór og krevjandi uppgáva.

Hesi bæði dømini, sum eru umrødd omanfyri, eru tvey øki, sum tað er alneyðugt at gera okkurt við. Loysnirnar í báðum førum eru ikki torgreiddar, men tvørturímóti rættiliga eyðsýndar. Tað krevur bara eitt lítið sindur av vilja frá politiska myndugleikanum. Jú, tað kostar eitt vet av peningi, men um vit verða verandi í í undirsjóvartunlaterminologiini sum í innganginum, er talan bara um nakrar dropar í havinum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan