Tíðindi

Allir lærarar eiga at fáa sær ískoytisútbúgving

Jú fleiri uppstiga gomlu læraraútbúgvingina til bachelor, jú fleiri fáa sama stev, tosa sama mál og fáa somu fatan av skúlanum. Tað sigur Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum og samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu

16.03.2020

Á hvørjum ári velja 10-20 lærarar at fáa sær ískoytisútbúgving, soleiðis at tey hava bachelor-læraraútbúgving. Hetta er eitt val, teir sjálvir taka. Súsanna Olsen, námslektari, heldur, at skúlastjórar eiga at eggja lærarum at fara undir ískoytisútbúgving, soleiðis at eitt ávíst tal av lærarum í skúlanum á hvørjum ári fara undir henda lesturin.

- Skúlastjórin hevur møguleika at senda fólk á skeið; hann hevur rættin at siga við lærararnar, sum hava ta gomlu útbúgvingina, at teir skulu uppstiga sína gomlu útbúgving, og tað eigur hann at gera við lærararnar, sum hava nógv ár eftir í fólkaskúlanum. Tað hevði verið rímiligt, at nøkur á hvørjum ári uppstiga útbúgvingina. Jú fleiri uppstiga útbúgvingina til bachelor, jú fleiri fáa sama stev, tosa sama mál og fáa somu fatan av skúlanum. Lærarar hava rímiliga góðar umstøður at fáa niðurskurð, tá ið teir taka ískoytisútbúgving.

Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at broyta eina mentan og siðvenjur, sum hava verið ráðandi í nógv ár. Lærarar eru vanir við, at skúlastjórin hevur ein máta at leiða skúlan, ein máta, sum bæði hann og starvsfelagarnir hava verið tryggir í. Við nýggju útbúgvingini er hugsandi, at hann fer at broyta mentanina við nýggjum mannagongdum og aðrari tilgongd til alla lærutilgongdina hjá næmingunum.

- Er alt læraraliðið fólk sambært gamla skúlanum, so er uppgávan trupul, men tað er valla hugsandi, at øll eru tað. Tað er altíð trupult at broyta eina mentan, men við at arbeiða øðrvísi, broytist mentanin so spakuliga.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.