Tíðindi

AKT-dagurin 2022 í februar

AKT-dagurin í ár verður hildin mikudagin 16. februar í hølunum hjá Ditec (Brekkugøta 5, beint við FK í Hoyvík).

21.01.2022

Í ár hevur felagið fingið navnframa Claus Plesner at koma hendavegin. Plesner kemur at leiða evnisdagin, ið burturav fer at snúgva seg um IVK (ikke voldelig kommunikation). Um Carl Plesner er at siga, at hann er IVK-undirvísari og hevur drúgvar royndir bæði sum meklari í konfliktráðnum hjá løgregluni og sum “dialogue facilitation officer” fyri altjóða diplomatisku OSCE-missiónini í krígsøkinum í Ukraina. Eisini hevur hann arbeitt við at fremja samskifti uttan harðskap í skúlagarðum og dreingjabandum í Keypmannahavn. Í løtuni arbeiðir hann sum fakligur leiðari í “Skolen for Freds Ingeniører” í Ukraina.

Carl Plesner hevur sostatt nógv at geva av; endamálið við at fáa hann hendan vegin er, at hann kann læra AKT-lærarar at nýta IVK í arbeiðinum sum AKT – lærarar, og sostatt at gera teir dugnaligari til at arbeiða við samskiftinum í flokkum, ið ofta er merkt av at vera sera niðrandi og áleypandi.

Eisini verður aðalfundur. Neyvari skrá kemur seinni.

Meldið til við at senda teldupost til Miriam Nolsøe Johannesen! Tað er umráðandi, at felagið sum skjótast veit, hvussu nógvir luttakarar vera.

GG: koronatilmælini verða hildin. Hølið er stórt, so til ber at sita í góðari frástøðu. Felagið hevur spurt seg fyri og hava fingið grønt ljós frá Føroya Lærarafelag, frá leiðslum í skúlunum og frá Pál Weyhe at hava dagin.

Vegna AKT felagið,

Miriam Nolsøe Johannesen, forkvinna

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.