Tíðindi/Greinar

22. juni 2017

Afturkomin av seturskúla

Fyri mær at síggja er onki ivamál um, hvørt vit skulu hava tíð til seturskúlarnar, og sjálvandi skal hetta eisini skrásetast í virksemisætlanini. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hetta er tíðin, tá fleiri flokkar kring landið hava verið á seturskúla.

Sjálv eri eg so heppin at hava verið á seturskúla í Mikladali við 3. flokki. Hesir túrar eru altíð gevandi, bæði fyri okkum vaksnu, men so sanniliga eisini fyri næmingarnar.

Vit eru saman á ein øðrvísi hátt. Hetta gevur okkum, sum eru um børnini, møguleika at síggja børnini í nýggjum umhvørvi og undir nýggjum treytum. Hetta gevur okkum eina betri heildarmynd av børnunum, og kann so avgjørt styrkja okkara samstarv frameftir.

Seturskúli hevur seinastu árini verið skerdur, so tað er ikki eins lætt hjá leiðslum at loyva lærarum á seturskúla. Tímarnir eru skerdir, og tí hava nógvir skúlar lagt fast, hvørjir flokkar/árgangir fara á seturskúla. Hetta hevur altíð verið ymiskt frá skúla til skúla.

Ímeðan SSP og AKT-toymini ráðleggja okkum og foreldrum um at skapa felags upplivingar og fyrireika ymisk tiltøk fyri at styrkja samanhald og trivnað, og fyri at minka um happing, velur MMR at skerja tímatalið til seturskúlar. Kanningar vísa, at vit tíanverri ikki liggja aftanfyri, tá tað kemur til happing og annan mistrivnað.  

Fyri mær at síggja er onki ivamál um, hvørt vit skulu hava tíð til seturskúlarnar, og sjálvandi skal hetta eisini skrásetast í virksemisætlanini. Vit, sum arbeiða í fólkaskúlanum, vita, hvussu stórt gagn seturskúlin er fyri menning og trivnað. Tí hava vit lyndi til at fara á seturskúla, hóast hetta ikki er skrásett. Vit vita, at hetta gagnar okkara arbeiði og at næmingarnir hava ómetaliga stóra gleði av hesum.
Fyri meg er tað heilt burturvið, at man hevur stórar skeiðsdagar fyri allar lærarar í fólkaskúlanum um happing, samstundis sum man minkar um tey tiltøkini, sum veruliga bøta um á sama øki. Trøini vaksa ikki inn í himmalin, og tað ger pengapungurin á MMR heldur ikki. Tímaliga tekur seturskúli ikki nógv pláss í virksemisætlanini. Fyrsti dagur gevur 14 tímar, eftirfylgjandi dagar geva 10 tímar. Tá so tímar, vit annars skuldu undirvíst, verða skrásettir sum avlýst tíð, er ikki nógv eftir. Tí loyvi eg mær at ivast í, um MMR veit, hvussu stóran skaða hetta ger, í mun til ta sparing MMR fremur.

Tíanverri veit eg ikki um nakra kanning av hesum, men eg upplivi tað, sum at teir flokkar í ofta eru saman á seturskúla, hava eitt munandi betri samanhald, og trivnaðurin hjá næmingunum er góður. Vónandi fer MMR at síggja, hvussu týdningarmikil hesin parturin av okkara arbeiði er.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan