Tíðindi

900 børn úr 95 skúlaflokkum á skúlaleikum

Í mars verður skipað fyri undanstevnum í Skúlaleikum 2023, og í ár hava heili 1900 børn úr 95 skúlaflokkum meldað til. Skúlaleikir hava til endamáls at stimbra ítróttalærarar og birta undir rørslu og felagsskap hjá næmingum í miðdeildum kring landið. Undirtøkan vísir seg vera sera góð, og bæði næmingar og lærarar lata væl at

24-01-2023

Fyrireikingarnar til ársins Skúlaleikir eru longu komnar væl áleiðis. Ítróttalærarar hava verið á skeiði og fingið undirvísingartilfar, og umboð fyri ymsu ítróttagreinarnar hava verið kring landið og vitjað flestallar flokkarnar. Nú nærkast av álvara til, at Skúlaleikir aftur fara at savna spentar næmingar kring landið.  

Í ár verða stevnurnar í Vági, Vestmanna, Klaksvík, við Streymin, á Argjum og á Hálsi í Havn. Niðanfyri sæst yvirlit yvir stevnurnar. 4. flokkarnir fara aftur í ár at royna seg í frælsum ítrótti og flogbólti, meðan 5. flokkarnir aftur í ár sleppa at royna seg í badminton og inniróðri. Sum nakað nýtt eru 6. flokkarnir eisini bodnir við í ár, og næmingar í 6. flokki sleppa at royna seg í kurvabólti og rørslumegi, sum byggir á rørslur frá crossfit-venjing.

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørslugleði. Stevnudagarnir eru skipaðir soleiðis, at okkurt er fyri øll og at øll skulu halda okkurt vera stuttligt. Afturat sjálvum rørslutiltøkunum verður eisini skipað fyri felags upphiting, at læra tey at gera sítt egna heppiróp, skipað fyri stuttligum lissukappingum og fjollutar liðmyndir verða tiknar.

Í eftirmetingunum frá 2022 søgdu ítróttarlærarar, at næmingarnir kendu ein sterkan floksfelagsskap, tá tey luttóku á stevnunum. Júst felagsskapurin er ein av aðaltættunum í Skúlaleikum, og tí verður eisini stórur dentur lagdur á felagsskapin – afturat rørslugleðini – aftur í ár.  

Les skránna og meiri um skúlaleikir her: https://skulaleikir.fo/allar-undanstevnurnar-i-skulaleikum-verda-kring-landid-i-mars/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.