Tíðindi

664 børn í skúla fyri fyrstu ferð

Hósdagin í komandi viku fara 664 børn fyri fyrstu ferð í skúla – 642 í fólkaskúla og 22 í frískúla

07.08.2018

Á Skúlatrøð taka tey ímóti 60 og í Skúlanum á Argjahamri taka tey ímóti 47 børnum, sum byrja í fyrsta flokki; aðrir stórir skúlar eru beint í hølunum og taka ímóti nærum líka nógvum næmingum. Í 19 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10; í tveimum skúlum bara ein næmingur.

Í fjør og fyrraári fóru ávikavist 716 og 670 børn í 1. flokk. Talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, hevur verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Skúlaárið 2015/2016 byrjaðu 685 børn í 1. flokki, og árið fyri 715 næmingar.

Komandi skúlaár ganga 83 næmingar í serflokki; serflokkarnir eru 9 í tali, og tann størsti er í Skúlanum á Fløtum, har 30 næmingar ganga.

Talið á næmingum í teimum trimum frískúlunum er 151 og teimum 8 forskúlunum 173.

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6944 næmingar í fólkaskúlanum, samanborið við 6864 í fjør.

Myndin er av heimasíðuni hjá Skúlanum við Løgmannabreyt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.