Tíðindi

30 útbúgvin sum vegleiðarar í støddfrøði

- Nýggja útbúgvingin er ein liður í menningini av fólkaskúlanum. Hon er eitt framstig fyri støddfrøði sum lærugrein – og sanniliga eisini fyri næmingarnar í føroyska fólkaskúlanum.

20.09.2017

Tað sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, sum hevur verið toghaldari á nýggju útbúgvingini.

Tað var seinnapartin í dag, 20. september, at 30 lærarar fingu prógv uppá, at tey hava lokið útbúgving sum vegleiðarar í støddfrøði. Talan er um eina diplomútbúgving, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri í samstarvi við danska professiónsútbúgvingarstovnin, UCC.

Nýggju vegleiðararnir starvast sum lærarar í skúlum kring alt landið – flestu teirra úr fólkaskúlanum og onkur av miðnámi. Teir skulu framyvir í høvuðsheitum verða vegleiðarar hjá øðrum støddfrøðilærarum og hjá sínum skúlaleiðslum. Tey skulu tó eisini vegleiða viðvíkjandi undirvísing hjá næmingum við serligum avbjóðingum innan støddfrøði.

Jenny Lydersen fegnast um leistin, útbúgvingin er skipað eftir, tí vegleiðararnir fara nú út um landið at bera sínum starvsfeløgum og leiðslum nýggjastu vitanina og nýggjastu arbeiðshættirnar. Tað ger, at ringarnir av útbúgvingini spjaða seg ógvuliga víða og koma soleiðis sera nógvum næmingum til góðar, sigur hon.

Mentamálaráðið áður hevur skipað fyri eftirútbúgvingum fyri lærarar innan lesing og innan serøkið, og nú átti støddfrøðin tørn.

- Støddfrøði er ein stór lærugrein, sum er broytt nógv seinastu árini. Frá mest at arbeiða við tølum er nú talan um eina nýggja tilgongd til støddfrøði, greiðir Jenny Lydersen frá og vísir á hugtøk sum “námsfrøðilig støddfrøði”, "talblindni" og ymisk støddfrøðilig læriamboð.

Les alla greinina á: http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/30-utbugvin-sum-vegleidarar-i-stoddfrodi/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.