Tíðindi

28 prógv í námsfrøðiligari leiðslu

Lærararnir, varaskúlastjórarnir og skúlastjórarnir, sum fóru undir leiðsluútbúgving fyri trimum árum síðan, eru nú lidnir. Tá ið tey byrjaðu vóru tey 42 í tali; tá ið avtornaði vóru umleið 28 eftir.

14. februar 2020

Seinastu trý árini hava umleið 28 lærarar, varaskúlastjórar og skúlastjórar verið í holt við útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, hevur samskipað útbúgvingina. Umframt hana hevur Jóhannes Miðskarð, námslektari og ph.d.- adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, verið knýttur at útbúgvingini. Nógv teirra, ið hava tikið útbúgvingina, eru lærarar, sum hava útbúgving eftir gomlu skipanini. Av tí at hesi ikki hava havt bachelorútbúgving, hevur útbúgvingin í námsfrøði verið samantvinnað soleiðis, at hon bæði er ein ískoytisútbúgving og ein diplomútbúgving. Fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma uppá eina bachelorútbúgving; tey næstu 30 ECTS-stigini er útbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu. Stórur áhugi var at verða tikin inn á útbúgvingina. Roynt var at taka lesandi inn úr øllum Føroyum, so alt landið er umboðað.

Ískoytisútbúgvingin heldur fram, men í løtuni er ikki greitt, um vit halda fram við diplomútbúgvingini. Helst verður útbúgvingin øðrvísi samansett og ikki so pettað sundur, sum henda fyrsta royndin hevur verið. Skeiðini verða longri, har tey lesandi fáa høvi at fordjúpa seg, sigur Súsanna Olsen.

Endamálið við útbúgvingini er at gera tey, ið leiða og skulu leiða fólkaskúlan, betur skúlað í námsfrøðiligari leiðslu.

- Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at leiða læring; í roynd og veru skal skúlastjórin fáa læraran at vera tann besta útgávan av sær sjálvum, tá ið talan er um fak-fakligan førleika, sosialan førleika, gott samstarv við foreldrini umframt at dagføra sína vitan, tá ið talan er um læring, undirvísing og útbúgving sum heild. Skúlin skal sampakka við skipanina, sum liggur uttan fyri skúlan, tað vil siga, at fyri at kunna laga teg til tann uttara kompleksitetin, mást tú stimbra tann innara kompleksitetin, og tað er tað námsfrøðilig leiðsla ger á leiðarastigi. Kompleksiteturin, sum barnið skal út í, skal helst finnast inni í skúlanum, soleiðis at barnið verður latið í at fara út, tað sum vit í gomlum døgum nevndu dannilsi, bæði fakliga og sosialt.

Tað eru nógv viðurskifti at leggja upp fyri, tá ið tú leiðir ein skúla. Súsanna býtir leiðsluleiklutirnar í fýra, ið allir eiga at verða raðfestir á jøvnum føti.

- Býta við leiðslu í ein runding, so er búskapar- og fyrisitingarlig leiðsla ein fjórðingur, faklig leiðsla ein fjórðingur, strategisk leiðsla ein fjórðingur og starvsfólkaleiðsla ein fjórðingur. Tilsamans er hetta undirstøðukervið fyri at námsfrøðilig leiðsla kann fara fram. Við útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu leggja vit dent á, at øll hesi økini fáa sama pláss og somu raðfesting.

Námsfrøðilig leiðsla er fyrst og fremst góð sjálvleiðsla, har leiðarin er greiður um, hvør hann er sum leiðari, hvat hann megnar, og hvat hann ikki megnar. Samskifti hevur sera týðandi leiklut, tað vil siga, hvussu leiðarin setir orð á alt. Umframt skal leiðarin vera tilvitaður um, hvussu hann lærir, og hvussu hann stimbrar læringina hjá øðrum, so at tann, sum leiðarin brúkar sum amboð, verður eitt gott amboð fyri tey, hann skal læra.

- Hetta eru alt sjálvskrivaðar dygdir og treytir, men leiðarin skal umframt hava annað, so sum myndugleika og tign, soleiðis at hann kann banka upp á skúlastovurnar og fara inn at eygleiða tað, sum fer fram har; hetta at fara inn í undirvísingina eigur at vera púra natúrligur partur av uppgávuni hjá leiðaranum fyri sjálvandi at tosa við læraran aftaná um tað, sum fer fram í skúlastovuni. Tað eru hópin av kanningum gjørdar av námsfrøðiligari leiðslu, og eitt, ið lærarar altíð leggja dent á, tá ið teir verða spurdir, er, at tað er sera umráðandi, at skúlastjórar hava veruligan og ektaðan áhuga fyri tí, ið lærarin ger og fæst við. Hevur leiðarin veruligan áhuga fyri tí lærararnir gera, vaksa lærararnir við uppgávuni, og leiðarin monitererar sítt virkisøki; tað vil siga at hann fær størri og betri innlit í, hvat er gott, hvat er minni gott, hvat vantar í, hvat tey skulu duga betur og so framvegis.

Í Skúlablað nr 1, 2020, sum kemur út 19. februar, eru fleiri greinir um námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingina


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.