Tíðindi

12 ára gomul, sum venja nógv, klára seg ikki betur enn tey, sum spæla

– Tað, sum vit hava funnið út av, vísir, at kynbúningarárini hava mest at siga fyri, hvussu tú mennir konditión, sigur granskari.

23.02.2024

– Eg gjørdist orfarin. Eg helt, at tað hevði meiri at siga, um tú venur við høgari ferð í tí aldrinum, sigur granskari.

Spælgrundað venjing riggar

Petter Rinde Øverland hevur nógvar royndir sum venjari hjá ungfólki, sum íðka skíðgongu í felagnum Koll í Oslo og hjá tólv ára gomlum, sum henda kanningin fatar um. Nýggj gransking, sum er komin frá NIH, sum stendur fyri ítróttaháskúlanum í Noregi, vísir, at hørð venjing í mótbrekku, sum ungfólkini gera um kvøldið, ikki neyðturviliga ger, at tey koma í betri venjing.

– Hon vísir, at spælgrundað venjing riggar væl, og tað eri eg fegin um at hoyra. Tað hevur týdning í tí aldrinum. Málið eigur at vera at fáa flest við so leingi sum til ber, sigur Øverland.

Tveir bólkar og ymisk upplegg

Halvard Grendstad granskar í vøkstri, búning og venjing við Instituttið fyri likamlig avriksevni á NIH. 

Í hesi kanningini fylgir granskarin trimum bólkum við 12 ára gomlum av báðum kynum í átta vikur í byrjanini til eina vetrarsesong – frá septembur til novembur. Í alt 59 tóku lut.

Skíðgonguíðkararnir vandu fýra ferðir um vikuna, men tað var stórur munur á, hvat og hvussu tey vandu:

* Fyrsti bólkur hevði tvær venjingar við høgum intensiteti. Hetta var siðbundin skíðgonga við høvuðsdenti á intervallvenjing í mótbrekku.
* Annar bólkur hevði spælgrundað virksemi við róligum intensiteti og einfalda styrkivenjing.
* Triði bólkur var ein kontrollbólkur við tólv ára gomlum, sum ikki íðkaðu skíðgongu og vóru minni virkin enn hinir báðir bólkarnir.

Annar bólkur fekk eisini boð um ikki at venja intervall ella aðra venjing, sum gevur høgan puls – við síðuna av venjingini í felagnum. Fylgt var væl við allari venjingini hjá øllum hetta tíðarskeiðið. 

Allir luttakararnir vóru testaðir á NIH fyri maksimala oksygenupptøku, áðrenn verkætlanin byrjaði og vikurnar aftan á við tveimum venjingaruppleggum.

Úrslitini komu óvart á fleiri enn venjaran í skíðgongu í Koll.

– Eingin munur var millum teir tríggjar bólkarnar. Broytingarnar vóru heilt eins, og allar flestu luttakararnir sóu út til at økja maksimalu oksygenupptøkuna. Einasti munurin, sum var staðfestur, var, at bólkurin, sum vandi intervall, kom eitt sindur fyrr á málstrikuna, sigur Grendstad.

Hjartað veksur í kynbýningarárunum

Bólkurin, sum hevði vant intervallvenjing alt heystið, hevði ikki fingið betri kondisjón enn tey, sum høvdu spælvenjing, ei heldur ikki kontrollbólkurin.

Hvør var orsøkin?

Tíðarskeiðið, sum hesir íðkararnir eru á veg inn, kann vera orsøkin, halda granskararnir.

– Broytingarnar, sum henda í kroppinum í kynbúningarárunum, eru nógvar av teimum somu, sum henda, tá vaksin venja úthaldni. Hjartað veksur og pumpar meiri blóð, og blóðið flytur meiri oksygen til vøddarnar, sum arbeiða. Tað vil siga, at hesi ungfólkini fáa sama gagnið av at standa í vøkstri, sum ein fær av at venja intervall, sigur Grendstad.

Spurningurin, sum tey settu sær, var, um ein kann fáa enntá meiri burtur úr venjingini enn menningini, ein fær av kynbúningini. Henda kanningin vístir, at bólkurin, sum vandi hart, í grundini ikki fekk meiri burturúr. 

Foreldur skeptisk

Grendstad heldur, at úrslitini úr kanningini kunnu gera tað lættari fyri feløg við skíðgongufólki og annan ítrótt fyri at halda longur upp á ungfólkini. Serliga í aldrinum 12-14 ár, har kynbúningini gevur teimum størsta lopið í menningini av førleikum.

– Í hesum aldrinum tørvar einum ikki, sum onkur kanska heldur, at vera so miðvísur/mivís, tá ið talan er um venjing. Tað er umráðandi at halda fast við spælið so leingi til ber, eisini viðvíkjandi at fyrireika seg til venjingartíðina, sigur Grendstad. 

Hann sigur, at nógv gera ov nógv burtur úr at seta intensitetin upp. Henda kanningin vísir, at tað hevur størri týdning at brúka tíðina at venjina teknikk, samskipan og styrki.

– Til dømis kann ein bøta um úrslitini á skíð við at venja teknikk og samskipan, soleiðis at ein kann ganga betur og “bíligari”. Á sama hátt sum ein kann gera við spælgrundað virksemi, heldur Grendstad.

Hann sigur, at fleiri foreldur vóru ógvuliga skeptisk – tað er foreldur í bólkinum, har børnini ikki skuldu venja við høgum pulsi í royndartíðarskeiðnum.

– Tað liggur í nógvum okkara, at tú mást venja intensivt fyri at gerast betri. Vit siga ikki, at tú ikki skalt venja við intervallum yvirhøvur, men tað sum hevur størst týdning, er at venja fjølbroytt og ymiskt. Tólv ára gomul eiga ikki at brúka ov nógva orku at hugsa um at bøta um intervallvenjing. Tað er í grundini ikki fyrr enn um 15-16 ára aldur, at tað er stuttligt at venja við intervallum, sigur granskarin.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.