Tíðindi

Útsettu landsroyndirnar verða í komandi viku

Av tí at skúlarnir vórðu latnir aftur í vár orsakað av koronasmittu, vórðu landsroyndirnar útsettar

17. september 2020

Týsdagin sessast næmingar í fimta flokki til landsroynd í føroyskum og sjeyndi flokkur í náttúru og tøkni. Mikudagin er støddfrøði á skránni hjá báðum árgangum umframt náttúra og tøkni hjá fimta flokki. Hósdagin er føroyskt á skránni hjá sjeynda flokki. Hetta eru útsettu landsroyndirnar, sum av røttum áttu at havt verið síðst í apríl hjá fjórða og sætta flokki. Somu næmingar – nú í fimta og sjeynda flokki – fara til roynd.

Reglugerðin um landsroyndirnar er seinast broytt í fjør. Landsroyndir hava verið hildnar í meiri enn 10 ár, tó undantikið í 2 ár orsakað av tekniskum trupulleikum. Í lógartekstinum stendur, at landsroyndir verða hildnar í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Í føroyskum fatar royndin um lesing og skriving; royndin í lesing er at lesa og skilja tekst, og skrivligi parturin er eitt skrivligt avrik. Úrslitini hjá einstøku næmingunum verða ikki almannakunngjørd. Skúlin gevur næmingunum boð um úrslitið og tryggjar, at foreldrini eisini fáa kunning um úrslitið hjá barni sínum, umframt at tey fáa at vita, hvussu skúlin liggur í mun til miðalúrslitið fyri landið.

Til ber at kunna seg nærri um landsroyndirnar og tíðarkarmin her: https://provstovan.fo/folkaskulin/tidarkarmar/landsroyndirnar/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.