Tíðindi

Ófriður elvir til trupulleikar í skúlanum – og loysnin byrjar við vitan um hví

Ófriður, sum órógvar undirvísingina, er ein stórur trupulleiki í skúlanum. Men áðrenn vit fara í holt við at loysa trupulleikan, eiga vit at vita, á hvønn hátt ófriðurin er ein trupulleiki

17. oktober 2019

Ófriður í skúlastovuni, sum órógvar undirvísingina, er ein trupulleiki nógva staðni. Ófriðurin gongur út yvir læringina og trivnaðin hjá næminginum, hann gongur út yvir arbeiðsgleðina hjá lærarunum, og hann er ein partur av orsøkini til, at nógvir lærarar venda lærarayrkinum bakið.

- Ófriður sum órógvar undirvísingina, er ein trupulleiki, sum ofta verður tikin upp í almennum kjaki, og sum lærarar, næmingar, foreldur, politikarar, embætisfólk og onnur eftirlýsa meiri vitan um. Mangan royna skúlarnir alt fyri eitt at loysa trupulleikan. Tað er ikki so løgið, tí trupulleikin er beint her og nú. Kortini heiti eg á skúlarnar til fyrst at kanna nærri, hvussu ófriðurin kemur í í einum flokki, siger Helle Plauborg, lektari við DPU, Aarhus Universitet, sum er farið undir at gera eitt yvirlit yvir gransking, sum er í gongd um evnið, soleiðis at skúlarnir hava lætta atgongd til vitan um hesa serligu námsfrøðiligu avbjóðingina.

Í ’Pædagogisk indblik’ ber til at lesa yvirlitið, sum Helle Plauborg hevur gjørt um gransking í ófriði í undirvísing. Hon varpar serliga ljós á hesi evnini: Hvat er ófriður í undirvísingini, hví er ófriður ein trupulleiki og fyri hvønn, hvussu stórur eru trupulleikin og so framvegis. Í yvirlitinum verða tiltøk og átøk nevnd, sum hava til endamáls at minka um ófriðin, til dømis ymiskar floksleiðsluskipanir, viðurskiftini millum rís og rós í undirvísingini og námsfrøðilig ráð.

Sambært Helle Plauborg er stórur partur av granskingini merkt av, at hon ikki viðger, hvat vit í grundini skilja við ófriði, sum órógvar undirvísinga, og hvør orsøkin kann vera til tað.

- Vit taka mangan fyri givið, at vit vita, hvat ófriður er, ella hava vit eina einfalda fatan av ófriði, sum tí ikki leggur upp fyri, at fyribrigdið er fløkt og samansett. Ráðandi fatanin av ófriði, sum eyðkennir granskingina um evnið, savnar seg um einstaklingin: tað er atferðin hjá einstaka næminginum, sum er trupulleikin. Ein onnur ráðandi fatan er tann kontekstuella, tað vil siga, at tað verður hugt at ófriðinum sum eitt fyribrigdi, sum ikki sæst leyst frá mátanum, sum undirvísingin og skúlin eru skipað. Síðan er tað fatanin, sum hyggur at ófriði í skúlanum sum eitt eyðkenni upp á yvirskipaðar avbjóðingar í samfelagnum, sum til dømis broyttar hugsjónir um uppaling og námsfrøði ella meiri eitt gjøgnumgangandi mentanarligt rastloysi, sigur Helle Plauborg. 

Órógv sum til dømis at næmingarnir tosa saman, at teir hava viðmerkingar til ymiskt, at teir rópa, at teir fara frá borðinum í tíð og ótíð og slíkt er tað vanligasta.

- Hetta merkir, at tað lættliga kemur eitt stríð millum námsfrøðiligar hugsjónir í skúlanum og átøk at minka um ófrið í undirvísingini. Hugsjónir, sum snúgva seg um samrøður, samstarv og medábyrgd, meðan tá ið lagt verður upp í ófriðin, hevur tað ofta verið við at leggja dent á lýdni, einsháttan og at laga seg til myndugleikan. Tað er greitt, at tað er óheppið, um skúlarnir í eini roynd at minka um ófriðin í staðin koma til at praktisera eina námsfrøði, sum gongur øvut av tí, sum skúlin fegin vil læra næmingarnar, sigur Helle Plauborg. 

Yvirlitið ’Undervisningsforstyrrende uro i skolen’ eftir Helle Plauborg er fyrsta yvirlitið yvir gransking í hesum evninum í nýggju bókarøðini ’Pædagogisk indblik’ hjá DPU, Aarhus Universitet og Nationalt Center for Skoleforskning, sum er skrivað til lærarar, námsfrøðingar, leiðarar, ráðgevar og onnur, sum arbeiða við námsfrøði ella útbúgving. Yvirlitið fatar um norðurlendska og altjóða gransking um ófrið, sum órógvar undirvísing.

Kelda: edu.au.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.