Tíðindi/Greinar

21. februar 2018

Í felag loysa vit týdningarmiklar spurningar

Akkerslæraraskipanin hjálpir nýggju lærarunum í starvinum og er ein byrjan. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

Yvirskriftina havi eg lánt frá ”Skúlablaðnum” í 1930, orðini eigur Jákup av Skarði, ið var blaðstýrari á hesi royndarutgávu av blaðnum. Við hesum væl valdu orðum lýsir hann avbjóðingarnar hjá lærarunum síni samtíð, og eg kann staðfesta, at hesi orð eru eins viðkomandi fyri lærarayrkið í dag, sum tey vóru fyri 88 árum síðan.

Yrkið sum lærari og leiðsla í fólkaskúlanum er livandi, og hvønn dag eru nógvar og ymiskar avbjóðingar. Nakrir spurningar kunnu loysast við at stuðla seg til royndir frá líknandi støðum, men í fyrstu tíðini sum lærari eru mangan góð ráð kærkomin. Flestu nýútbúnir lærarar eru tíanbetur so hepnir at arbeiða saman við royndum og hjálpsomum starvsfelagum, ið kunnu ráðgeva og lyfta byrðuna við teimum, so at hon ikki gjørdist ov tung at bera.

Fyrsta tíðin sum lærari er trupul, og hugtakið “praksis-sjokk” er væl kent millum lærarar. Kanningin “Aftursvar” hjá Hans H. Hansen, lektara á Námsvísindadeildini, staðfestir eisini hetta sama. Kanningin vísir eisini, at eitt gongur aftur hjá teimum nýggju lærarunum, ið kendu seg ovbyrjaðar í starvinum fyrsta árið. Tað er, at hesi ikki høvdu ein kontaktlærara á sínum skúla. Lærarafelagið kennir til avbjóðandi byrjanina í lærarayrkinum. Vit fegnast tí um, at við seinastu tvær samráðingarnar fyrst hava vunnið nýggjum lærarum rættindi til akkerslærara og tíð til samstarvið við hann.

Akkerslæraraskipanin hjálpir nýggju lærarunum í starvinum og er ein byrjan. Nú hevði verið hóskandi eisini at arbeitt við menning av starvslæruskipanina hjá læraralesandi á Námsvísindadeildini, so at tey útbúnu gerast betur ílatin til lærarastarvið í lestrartíðini. Sambandið millum Námsvísindadeildina og læraran, ið tann lesandi er í starvslæru hjá, hevur týdning fyri úrtøkuna úr starvslæruni. Um lærarin kennir ætlanina hjá Námsvísindaseildini við starvslæruni, fær hann betur vegleitt tí lesandi. Við samstarvi kunnu vegleiðarin og Námsvísindadeildin í felag loysa teir týdningarmiklu spurningarnar um starvslæruna hjá tí lesandi.

Ein liður í arbeiðinum at menna starvslærutíðina kundi verið, at Námsvísindadeildin útbýr lærarar til vegleiðarar hjá læraralesandi í starvslæru. So kunnu áhugaðir og skikkaðir lærarar útbúgvið seg til starvslæruvegleiðarar. Á tann hátt komu tey at kenna ætlanina hjá Námsvísindadeildini við starvslæruni, og tey gerast betur til at vegleiða læraralesandi í starvslæruni.

Skipanin við akkerslærarum sleppur ikki nýggjum lærarum undan “praksis-sjokkinum”, men hon gevur temum akkerslæraran, so tey í felag kunnu loysa teir týdningarmiklu spurningarnar. Um Námsvísindadeildin fekk útbúgvið lærarar til starvslæruvegleiðarar, vildi tað verið enn eitt fet á leiðini at styrkt nýggju lærararnar at møtt teimum truplu spurningunum í starvinum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan